Lutakast: Her er vegurin hjá Danmark til HM

Svøríki fekk torførari lutakast enn Danmark

Lutakast hevur verið finaludystirnar í HM 2018 undankappingini hjá UEFA. Allir bólkavinnararnir fóru beinleiðis til HM endaspælið í Russlandi, sum verður komandi summar, meðan átta teir bestu 2’arnir skulu spæla um fýra tey seinastu atgongumerkini hjá UEFA.

 

Lutakastið hevur verið í dag og Danmark skal spæla móti Írlandi, meðan Svøríki skal takast við sterku fótbóltstjóðina, Italia. Sveis, sum var í okkara bólki, skal spæla móti Norðurírlandi, meðan Kroatia, sum bleiv nummar tvey aftanfyri Ísland, skal spæla móti Grikklandi.

 

Dystirnir verða spældir 9. til 11. novembur, meðan seinnu dystirnir verða spældir 12. til 14. novembur.

 

Lutakastið:

Norðurírland – Sveis

Kroatia – Grikkaland

Danmark – Írland

Svøríki - Italia