HB endaði á einum greiðum fyrsta plássi í betrideildini í fjør, og eri tískild í fyrstu rundu av Champions League undanspælinum, lutakastið verur í dag klokkan 13:30, beinleiðis á UEFA heimasíðuni, tað kann síggjast HER
B36 vann steypakappingina, og eri tí í fyrstu rundu av Europa League lutakastinum, teir eru eini rundu framman fyri KÍ og NSÍ, ið bæði mugu spæla undankappingarrundu. Lutakastið byrjar ein tíma aftaná Champions league lutakastið er byrjað, klokkan 14:30. Bæði lutakastini fara fram í Nyon.
Lutakastini eru bæði skipaði á tann hátt, at man hevur líka nógv seetaði lið og lið ið ikki eru seetaði í hvørjum bólki. Hetta merkir at øll tey føroysku liðini fara at møta einum liði, ið verður mett av UEFA at vera sterkari enn tey. Ongi av føroysku liðinum eru seetaði, og seetaði lið kunnu bert møta liðum í ikki eru seetaði, tí verður hetta mett at verða ein stórur fyrimunir, tí seetaði lið kunnu bert møta liðum, ið á papírinum eru veikari enn tey sjálvi. Liðini verða seetaði alt eftir hvussu tey hava klárað seg í evropa seinastu árini.
Steven Gerrard kann enda í Gundadali. Steven Gerrard er venjari hjá Glascow Rangers, ið eru bólkaðir saman við B36. Steven Gerrard er møguliga besti leikari nakrantíð hjá vælumtókta enska fótbóltsliðinum Liverpool, so tað verða nógvir spentir føroyskir Liverpool fjepparar í Gundadali, um B36 trekkja Glascow Rangers. Steven Gerrard var Liverpool liðskipari í 15 ár, og var millum annað ein av stórspælarinum, tá ið Liverpool vann Champions League í 2005.
Tað ber til at síggja hvørjum B36 kann møtaHER
Tað ber til at síggja hvørjum HB kann møta HER