Lutafeløg líkastillað

Broytingar verða nú gjørdar í lógini um rentustuðul, so lutaíbúðarfeløg eisini verða umfatað av lógini

Eitt av málunum á landsstýrisfundinum í gjár var broyting í lógini um rentustuðul.

Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri, sigur við Rás2, at ætlanin er ikki at broyta lógina sum so uttan at hon nú eisini skal umfata lutaíbúðarfeløg.

- Hetta er fyri at líkastilla hesi við vanliga íbúðarbygging. Á henda hátt sleppa vit undan tí ójavna, sum er í lógini, sigur Magni Laksáfoss.

Sama verður eisini galdandi fyri MVG av íbúðarbygging.

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at tað ikki eru gjørdar nakrar ítøkiligar metingar av, hvat hesar broytingar fara at kosta landinum, men hann sigur, at í prinsippinum fer broytingin ikki at kosta nakað.

- Tað verður ikki uttan so, at fleiri íbúðir enn vanligt verða bygdar, at tað fer at kosta landskassanum nakað, sigur Magni Laksáfoss.

Hann sigur víðari við Rás2, at ongar ætlanir eru í løtuni um at skerja rentustuðulin.

- Tíðin er ikki hin rætta í løtuni at skerja rentustuðulin, sigur Magni Laksáfoss.