Tá Herfølge vann danska meistaraheitið í 2000, vóru Jákup Mikkelsen og Steven Lustü tveir av lyklaspælarunum hjá Herfølge. Í gjár gavst Lustü við sínari yrkisleið sum fótbóltsspælari. 38 ára gamli verjuspælarin hevur verið liðformaður hjá Silkeborg, sum hevur staðið seg sera væl í superliguni, og í gjár setti Lustü punktum við einum 3-0 sigri á Brøndby. Lustü hevur spælt 247 í bestu donsku fótbóltsdeildini, og hann spældi fyrsta landsdystin á danska landsliðnum ímóti Føroyum á Tórsvølli í 2000.