Sjúrður Skaale
??????????
Tað ber ikki til bara at verja tað, sum vit hava. Vit mugu finna uppá okkurt nýtt. Og tá vit hava funnið uppá okkurt nýtt, skulu vit aftur finna uppá okkurt nýtt.
Hesin hugurður er grundarlagið undir vinnupolitikkinum í øllum framkomnum londum. Og tað er orsøkin til, at tey eru framkomin. Í tíðum har arbeiðspláss flyta og alt kann verða gjørt nógv bíligari í eysturlondum, er alneyðugt at finna nýggjar vinnuvegir.
Tí nýta øll framkomin lond veldugar upphæddir til vinnugransking: Hvussu gera vit tað betri, sum vit longu gera, hvussu finna vit uppá nýtt, og hvussu marknaðarføra vit.
Granskingin kastar einki av sær fyrstu tíðina - men hon gerst so við og við grundarlag undir einum stórum parti av búskapinum.
Lond, sum satsa upp á gransking, fáa altíð ein framlítandi, offensivan og sterkan búskap.
Tann defensivi búskapurin
Í Føroyum hava persónligir slóbrótarar givið landsbúskapinum nýggj bein at standa á. John Dam, Eiler Jacobsen og eitt ótal av øðrum, bæði stórum og smáum, hava verið framlítandi og offensivir.
Men okkara politikarar hava verið afturlítandi og defensivir. Í staðin fyri at stuðla teimum, sum kunnu finna okkum nýggj bein at standa á, hava teir verið paniskt ræddir fyri, at tey beinini, vit longu hava, skulu brotna.
Í 1980?unum kostaði henda ræðsla okkum kanska einar 10 milliardir tilsamans. Hugsanin var, at alt tað, sum var, skuldi verða verandi. Eisini tað, sum ikki bar seg. Konkurs-lógin varð sett úr gildi, tí politikarar dugdu ikki at ímynda sær, at menn, hvørs skip fór á heysin, nakrantíð kundu finna uppá nakað annað at gera.
Privatmenn fingu nógvar pengar, og Palleba fekk eina stóra rokning. Finnbogi Ísakson nevndi hetta mangan illgrunasama almenna-privata samstarv "privatkommunisma". Hon hevði til endans við sær at alt skramblaði saman, og fólkið fekk ein mylnustein av skuld um hálsin.
Vísdómsorð úr Kollafirði
Undir síðsta valstríði komu nógv vísdómsorð úr Kollafriði. Johan segði m.a. nakað soleiðis um vinnupolitikk: "Um ein maður dettur á vegnum, so trúgva vit sjálvsagt uppá, at hann er førur fyri at reisa seg upp og ganga víðari. Hann verður ikki liggjandi til hann doyr."
Trupulleikin er, at politikararnir ikki hava havt somu trúgv, tá tað snýr seg um eitt skip, sum fer av knóranum. Tá hevur hugsanin verið, at tey, sum missa arbeiði, ongantíð kunnu fara at gera nakað annað. Og tí mugu vit hjálpa teimum at gera tað sama, sum tey altíð hava gjørt - hóast tað gevur undirskot.
Men eitt sterkt vinnulív fáa vit bara um vit eggja fólki at finna uppá nýggj ting og ganga nýggjar leiðir. Tí er so týdningarmikið, at pengar verða brúktir til gransking. Um pengar í staðin verða brúktir til at stuðla undirskotsforrætningum, fáa vit hinvegin eitt veikt og sjúkt vinnulív. Tað kenna føroyingar alt til.
Javnaðarfloksins avgerð
Sitandi samgonga hevur gjørt tann stóra skaða, at hon hevur steðgað at kalla allari gransking í Føroyum. Tað er í sjálvum sær ein vanlukka.
Og nú vilja Fólka- og Sambandsflokkurin (teir rópa seg liberalar...) fara eitt stig víðari, og leggja privatar slangur niður í landskassan av nýggjum. Javnaðarflokkurin hevur ivast, og tað sigst hava verið stór ósemja innanflokka.
Men nú sær út til, at tann parturin av Javnaðarflokkinum, sum vil venda aftur til privatkommunismuna, hevur vunnið: Flokkurin er eftir øllum at døma gingin við til, at ávísar fyritøkur, sum geva undirskot, skulu stuðlast.
Javnaðarflokkurin má gera sær greitt, at hetta fær avleiðingar. Tað ber ikki til at gera mun á fólki og fyritøkum. Fáa rækjuskipini studning, verða nógvar 100 fyritøkur í Føroyum, sum fara at hava moralskan rætt til sama studning - ikki minst fiskavirki á landi. Trýstið frá hesum fyritøkum fer at økjast - og so er vandi fyri, at búskapurin aftur fer í knas.
Hin møguleikin
Men enn er einki samtykt. Hóast tað verður trupult, kann tann framlítandi parturin av Javnaðarflokkinum framvegis vinna stríðið. Ger hann tað, verður latið upp fyri fleiri møguleikum.
Størsti møguleikin er, at politikarar fara at broyta hugburð. Í staðin fyri at stuðla tí, sum ikki gongur, kunnu teir t.d. brúka pengarnar til vinnugransking í breiðastu merking. Tað er soleiðis tað almenna best stuðlar vinnuni, og tað er soleiðis, pengarnar kasta mest av sær til samfelagið. Ikki her og nú, men um nøkur ár.
Í stríðnum um skattalættan sær nú eisini út til, at tann framlítandi parturin av Javnaðarflokkinum hevur tapt stríðið móti teimum ábyrgdarleysu populistunum.
Men heldur ikki hetta er samtykt. Klára teir skilagóðu javnaðarmenninir eisini at steðga skattalættanum, kunnu eisini nakrir av teimum pengunum fara til framlítandi og offensivan vinnupolitikk. Eydnast tað, hava vit gott í væntu. Og so eiga hesir javnaðarmenn virðing uppiborna.
Boygna teir framlítandi javnaðarmenninir hinvegin undir trýstinum frá egnum flokki og tí stóra meirilutanum í ABC-samgonguni, sum eftir øllum at døma bara starir blint inn í fortíðina, kann tað hava við sær óbótaligan skaða fyri Føroyar.