Lurti eftir Abbey Road aftur og aftur

Tað sigur Dávur Winther, mentanarleiari í Klaksvíkar býráð, sum heldur starvið vera fjølbroytt, sjálvstøðugt og marglitt. Hann fegnast um, tá familjan hevur tað gott, og alt ræst, fiskur og kjøt, er góur matur

Hvat er títt starv?
Mentanarleiðari

Hvat er tað besta við starvinum?
Fjølbroytt, sjálvstøðugt og marglitt. At vera kreativur, samstundis sum partar av starvinum eru rættiliga ítøkiligir og nágreiniligir. Samskifti við nógv fólk og hitti nógv fólk.

Hvørjar eru strævnu løturnar?
Smíða fíggjarætlan. Tá ið alt ikki gongur eftir vild og avtalur ikki verða hildnar. Tá ið samskiftið ikki er nóg ítøkiligt, og greiðir málstteningar ikki eru fyri tí, tú fæst við. Tá ið politikarar fara niður í smálutir.

Hvønn tónleik dámar tær best?
Allan tónleik at kalla - popp og rock, kór- og horntónleik og ikki minst symfoniskan tónleik, sum ofta dettur yvir í tað klassiska. Kanska er tað tí, eg ongantíð sleppi Abbey Road av Beatles – henni lurti eg eftir aftur og aftur. Kanska er tað tí, hon er ein góð blanding av rock, men samstundis rættiliga symfonisk – góður symfoniskur rockur, um nakað eitur so, sum bara George Martin kann blanda hann.
Annars havi eg verið nakað í kóri og horntónleiki og havi m.a. sungið við í onkrum oratorium, tað er ein frálík kensla, tá ið alt brúsar og gongur upp í eina hægri eind.

Hvat ger teg í góðum lag?
Generelt tá ið Norðborg, Gadus og allir hinir mongu bátarnir liggja fullløddir við kai í Klaksvík. Annars tá ið familjan hevur tað gott, og tað gongst børnunum væl. Ein túrur í fjøllunum bæði, í góðum og í ringum veðri, lættir altíð sinnið. Serliga at sita í smáttuni undir Hvítubrúgv og smáfilosofera eftir ein góðan túr er frálíkt.
Tá ið allir partar draga somu línu og vera partur av hesum ráki.

Hvat ger tú í frítíðini?
Alt ov lítið. Skrivi eitt sindur. Fyrr var eg raskur í kóri og hornorkestri. Eri tó í onkrum felagsskapi. Men ein túr í fjøllunum dámar mær væl.

Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Serliga tíðindasendingum og dokumentarsendingum. Ikki so nógv filmar og tílikt undirhald

Hvussu eru tínir matvanar?
Teir eru ikki ítøkiligir, eti tíverri alt, ”sum fyri kjaftin rekur” – ikki kræsin. Mær dámar væl at gera mær ómak við tí, sum kemur úr hjallinum, eisini grind og spik. Annars royni eg at hava eitt rímiligt býti millum at eta kjøt og fisk og so onkrar breyð-dagar inn ímillum. Umráðandi at halda máltíðirnar og ikki eta út á kvøldið.

Hvør er tín lívrættur?
Alt ræst - fiskur og kjøt, er frálíkur matur. Men ikki um at tala visnað grind smakkar almikið væl.
Havi einaferð verið í Japan, har vit nógvar staðir fingu Sukijaki, sum smakkaði frálíka væl og er lætt at eta – fellur ikki tungt. Har skert tú tunnar flísar av lamba- neyta- kyllinga- og øðrum kjøti og letur soppar og alskyns grønmeti í eina fond av Kikoman, olju og Sake. Tað er ein frálíkur rættur afturvið rís og hvítleyksbreyð, har øll sita um ein stóran pott við hvør sínum spóni ella snældu og fáa sær.


Dámar tær at gera mat sjálvur?
Ja, alt ov væl!
Mær dámar væl at kela fyri matinum og taki mær góða tíð framman fyri grýtunum. Sósini geri eg oftan nógv burturúr. Onkuntíð baki eg okkurt og havi eisini verið hovmeistari við onkur smærri selskap. Havi tá fingið uppskot um at, ”tú burdi verið kokkur”…

Hvør bók liggur á náttborðinum?
Gaven, av Spencer Johnson