Lurtararnir hjá Rás2 vóru aftur óførir at senda stuttlig, beinrakin og speisk sms inn til 559999.
Hesaferð var tað ein trúgvur og drúgvur Víkinga-fjeppari, sum hevði tað besta smsið, sum var soljóðandi: "Vit ynskja bara leikarar yvir 30 ár, og spæla bara sunnudag, vit mugu hvila meir ;)"
Onnur góð sms vóru soljóðandi:
"Fuglfirðingar syngja bara ABBA nú"
"Lýsing frá Havsbrún: Ongar landingar verða komandi mikudag, tí ÍF skal spæla hósdagin"
"Atli Gregersen skal ongantíð aftur siga, at Víkingur vinnur FM í ár. Tað gongur verri fyri hvørja ferð tað verður sagt"
"Danskarin FRANK fór til Suðuroyar við HB, og fekk næstan BANK"
"Havnin spennir víða í effodeildini. Hon hevur eitt botnlið, eitt mittarlið, og eitt topplið"
"AB hevur fingið spildurnýggj skiftirúm til dómararnar, men lítið hjálpti"
"Ein lítil heilsa til Víking: HOPPA NÚ"
"Ringt at halda skil á fjepparafeløgunum. Tað nýggjasta eitur "Red Referee"."
"Landsliðsvenjararnir rýmdu, tá NSÍ kom framum. Hví? Ikki havnarlið, ella hvat? SKOMM"
"DANISH DYNAMITE við vátum krúti (HB-fjepparin úr Danmark)"