Lurtararnir og teir

Ætlanin er at geva áhoyrarunum eina nærverandi uppliving, tá Teitur Lassen og tveir royndir danskir tónleikarar fara at fylla eitt "Listening Room" við tónum og samrøðu

Um vikuskiftið fara tríggir tónleikarar at ferðast til trý ymisk støð í landinum at skipa fyri sokallaðum "Listening Room".

Teir tríggir eru Teitur Lassen og danirnir Henrik Strube og Michael Friis, og tey trý støðini eru "Virkið" á Sandi, Norðurlandahúsið í Havn og "Atlantis" í Klaksvík.

Hetta "Listening Room" ið tónleikararnir ætla at skapa er ein meira ófermellur háttur at framføra løg enn vanligar konsertir. Hendan konsertin stílar ímóti tøttum sambandi millum áhoyrararnar og tónleikararnar. Tónleikararnir sita ikki bert og spæla, men úttrykkja seg á fleiri hættir.

Tiltakið "Aldarinnar gongutúrur", sum Teitur Lassen og Edvard Nyholm Debes skipaðu fyri í Meiðarínum herfyri, var ført í nøkunlunda sama stílið sum "Listening Room" hjá teimum trimum Lassen, Strube og Friis.


Norðurlandahúsið kring landið

Fyriskiparin av konsertini er Norðurlandahúsið. At konsertin ikki bara verður í Havn, men eisini á Sandi og í Klaksvík er liður í átakinum hjá Norðurlandahúsinum at koma út um sjálvt húsið.

Í hesum sambandi keypti Norðurlandahúsið ein lítlan buss fyrr í ár. Bussurin er útgjørdur sum konsertbussur, har pláss er fyri nógvari útgerð av alskyns slag umframt tónleikarum og teknikkarum.

Tá farið verður til Sands at spæla fyrstu konsertina, er tað fyrstu ferð at bussurin rættiliga verður royndur til tað endamálið, hann er ætlaður til.

Fyrsta "Listening Room" við Teituri Lassen, Henrik Strube og Michael Friis verður í "Virkinum" á Sandi komandi hóskvøld klokkan 21.00.

Fríggjakvøldið klokkan 19.30 er konsert í Norðurlandahúsinum, og leygarkvøldið klokkan 21.00 verður triðja og seinasta konsertin á ferðini í Atlantis í Klaksvík.