Eingin ivi er um, at Elis Poulsen telist millum fólkakærastu útvarpsvertirnar, sum vit eiga her á landi. Hetta status vann hann sær fyrst og fremst gjøgnum mongu árini, har hann var morgunrøddin, og við “lurtararnir og vit” og “máltráðnum” stóð hann fyri sendingum, sum veruliga fingu fastatøkur í fólkinum.
Tíðindi hvurvu
Mest av øllum var tað ein roynd, sum eydnaðist við eitt brak, tá røddin hjá Elis við eitt gjørdist eitt føroyskt útvarpshitt.
- Sjálv sendingin, har lurtararnir kundu ynskja sær eitt lag, hevði nøkur ár á baki, áðrenn eg nakran tíð kom í nánd av mikrofonini. Hetta var tá mest ein lítil ynskiløta, har verturin las upp, at nú var ein lurtari, sum ynskti sær tað og tað lagið. Eg gjørdist summarferiuavloysari fyri Kára Olsen í 1990, og sjálvur helt eg, at konseptið væl kundi bera meira, greiðir Elis frá.
- Fyrst og fremst helt eg, at brøvini væl kundu siga onkra søgu, og sum eina roynd setti eg meg at skriva eini 2-3 brøv til sendingina. Og eg haldi, at eg eisini fekk konuna at skriva okkurt brævið. Men tað skuldi vísa seg, at tað var nóg mikið við einum av slagnum. Longu dagin eftir komu hópatals brøv sendandi inn, og tað stóð skjótt greitt, at vit her veruliga høvdu rakt ein tørv.
Summferiustarvið gjørdist óvæntað langt, tá Kári Olsen breyt sær beinið, og áðrenn hann hevði givið sær far um tað, var Elis ein útvarpsrødd, sum fólk vildu hoyra.
- Fyri meg var hetta fantastiska stuttligt. Men hetta skapti so eisini sínar trupulleikar. Hetta var jú í tíðini áðrenn teldupostur var uppfunnin, og tí var faxið álitið, tá um ráddi útlendsk tíðindi. Her hevði Útvarpið fastar avtalur um at fáa sent tíðindatelegrammir og avísklipp, tá mál, ið kundi hava føroyskan áhuga, vóru á skránni. Men faxið var nú um at drukna í lurtaraynskjum. Talan var veruliga um ynski í sekkjavís, og tú kanst ætla, at tey á tíðindadeildini vóru alt annað enn fegin, tá okkurt týdningarmikið telegramm onkra ferðina av óvart var endað í rúgvuni við lurtaraynskjum.
- Og tað kravdi eisini sítt at sortera. Umframt faxið, sum sjálvandi koyrdi stútt, kom posturin klokkan 8, og longu klokkan 9 skuldi eg í luftina. Tíðin rakk í meðal til eini níggju lurtaraynski, og tí var ikki hugsingar um at fáa meira enn ein brotpart við. Hetta fekk eg eisini at hoyra av og á, tá eg møtti fólki, sum vóru heldur ónøgd um, at teirra lurtaraynskið ongan tíð kom við. Men hetta var ein partur av succés’ini, heldur Elis.
Gjørdi mun í kreppuni
Konseptið við at fáa lurtarararnar at skriva inn, varð víðkað nøkur ár seinni, tá Máltráðurin eisini kom. Nú bar eisini til at tosa við útvarpsvertin, og fyri Elis sjálvan var talan her um nakrar framúr góðar løtur, sum tó eisini høvdu sín prís.
- Tú skalt hugsa um, at hetta var í ringastu krepputíð. Tað gjørdi partvíst, at tað vóru fleiri, sum høvdu nógva tíð við hús, og tí eisini høvdu stundir at skriva. Og tað sama gjørdi seg galdandi, tá tað ráddi um at tosa. Í fleiri førum kendi eg tað, sum var eg eitt slag av troyst hjá hesum fólkum, og á tann hátt gjørdist hetta meira enn bara ein sending hjá mær. Eg føldi tað veruliga, sum hevði eg eina missión við hesum, og eg eri sannførdur um, at sendingin veruliga hevði ein samfelagsleiklut hesi árini.
- Sjálvur havi eg eisini havt mínar truplu upplivingar. Eg mist ein beiggja blaðungur. Eg hevði verið gjøgnum arbeiðsloysi, og eg hevði eisini havt drúgva sjúkralegu. So eg hevði onkrar royndir, sum gjørdu, at eg visti, hvussu tú tosar við fólk, sum hava slíkar trupulleikar í gerandisdegnum. Í øllum førum visti eg, hvat tey ikki tímdu at hoyra, og í stóran mun ráddi einamest um at lurta. Og tað kundi eisini vera trupult at koma við rætta svarinum. T.d. tá ein lurtari ta einu ferðina greiddi frá, at hann júst hevði mist konuna. Onkursvegna var tað kanska, sum gloymdu fólk, at tey tosaðu beinleiðis í útvarpinum, og tað tók eg í øllum førum sum tekin um, at sambandið til lurtaran var sera gott og persónligt.
- Men tað kundi eisini gerast ov nógv til tíðir. Eitt er, at tað í løtum kann verða tungt at rúma øllum, um tú áhaldani tosar við fólk, sum hava tað trupult. Og har kanska júst hendan samrøðan er hæddarpunktið á degnum.
- Annað er, at fleiri uppfataðu meg sum ein persón, sum tey altíð kundu tosa við, og tí vóru fleiri, sum ringdu til mín privat. Konan arbeiðir sum læknaskrivari, og tí var ikki hugsingur um at toga stikkið úr telefonini, og meira enn ta einu ferðina kom fyri, at fólk ringdu á miðjari nátt, tí tey høvdu tørv á at tosa við onkran. Og tá tú kennir teg sum eitt slag av troyst, so ber ikki til bara at venda teimum í horninum, sigur Elis.
Skrivaðu í trussur
Kreppan hæsaði spakuliga av í Føroyum, og eisini hjá Elis merktist hetta.
- Tað vóru framvegis nógv, sum skrivaðu og ringdu inn, men tað var heilt greitt, at tað nú vóru stuttligu søgurnar, sum fyltu meira. Fíggjarliga vóru nógv, sum høvdu tað betri, og nú vísti tað seg eisini, at uppfinnsemið vaks, tá brøv vórðu send inn. Hetta hekk kanska eisini saman við, at tað framvegis var trupult at fáa brøvini við, tí nøgdin var ikki minkað stórvegis. Og tá tú í eini handavend skalt finna tey 8-10 brøvini, sum skuldu við hesaferð, so var sjálvandi lættari, um okkurt serligt var við brævinum.
- Og nógv av brøvunum vóru eisini heilt serlig. Eg fekk brøv, ið vórðu skrivað á byggiplátur, ferðsluskeltið og øðrum við. Eina brævið, sum eg fekk, var ikki minni enn 42 metrar langt, og eisini fekk eg brøv, sum vórðu skrivað á trussur – bæði brúktar og óbrúktar, flennir Elis.
- Og so vóru tað sjálvandi eisini hópin av góðum yrkingum. Tað lá heilt væl fyri hjá nógvum, og eitt nú munnu fólk framvegis minnast EKN og Flugusmekkaran, sum báðir sendu heilt nógvar yrkingar inn.
- Men skal nakað takast framum, so er tað tó eitt heilt annað fyribrigdi, sigur Elis avgjørdur.
- Við máltráðnum skaptu vit nevnliga eitt forum, har øll høvdu møguleika at vera við. Og sjálvur havi eg verið serstakliga fegin um, at hetta eisini gav menningartarnaðum ein møguleika at gerast ein aktivur partur av Útvarpinum. Tey hava jú somu rættindi sum øll onnur, men í flest øllum sendingum hava tey als ikki sama møguleika.
- Sjálvandi vóru onkrar einstakar keðiligheitir ímillum. Onkra tíð varð eg kanska fangaður á skeiva beininum, tá eg ikki visti, at samrøðan var partur av gera gjøldur burtur úr øðrum fólki. Og onkra tíð hava fólk kanska verið beinleiðis óhøvisk ella ófantalig í málburði sínum. Tá havi eg havt fastan politikk, soleiðis a eftir sendingina havi ringt til viðkomandi og sagt, nummarið hjá teimum er noterað, og at tey ikki koma ígjøgnum til nakra sending yvirhøvur. Alt eftir hendingini kundi ein slík karantena so verða fyri avmarkað ella óavmarkað tíðarskeið.
Saknar sendingina
Tað eru nú eini 2-3 síðani, at Elis sjálvur gavst sum morgunvertur hjá lurtarunum. Men tað harmar hann framvegis, at sendingin nú er tikin av skránni.
- Eg haldi avgjørt, at tað átti at verið rúm fyri slíkari sending. Í grannalondum okkara síggja vit jú eisini, at hetta ikki eru sendingar, sum missa áhuga og fólkatekki, hóast tøkniliga menningin og samfelagsgongdin annars flytur nógvar lutir.
- Men nú eri eg sjálvandi ikki tann, sum tekur tær avgerðirnar. Sjálvandi havi eg ført míni sjónarmið fram, tá vit í Kringvarpinum hava tosað um hetta. Men vit kenna jú øll fíggjarliga veruleikan, sum sigur, at stovnurin skal spara, so tað er lítil nytta hjá mær at seta føtur í spenni.
- Men tað skal eingin ivi vera um, at eg sjálvur fari at sakna sendingina. Bæði tí eg haldi hetta vera eina fína og fólksliga sending, men sjálvandi eisini, tí hetta er nakað, sum eg sjálvur havi lagt nógva orku í gjøgnum nógv ár, sigur Elis.









