Lurtararnir hjá "Triðja Hálvleiki" í góðum lagi

Lurtari av Argjum hevði besta smsið hesaferð. Vit hava tey bestu smsini til tykkum her

Lurtararnir hjá sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 sendu inn góð og stuttlig sms til sendingina sunnudagin.

 

Besta smsið átti ein lurtari á Argjum. Smsið, sum vann var soljóðandi: "Argjamenn stríddust sum víkingar, og víkingarnir vóru argir"

 

Onnur góð sms, sum komu inn til sendingina vóru hesi: 

 

"Guldborg vardi borg"

"NSÍ vóru einsamallir á vøllinum, men kláraðu ikki at skora meir enn 5 mál ??"

"Tað sigst at TB brúkar tolk í skiftirúminum fyri, at øll skulu skilja hvønn annan"

"Longu summar hjá HB: 13 stig"

 

Lurtarin við tí vinnandi smsinum vann tvey atgongumerki til countrydansin hjá stuðlafelagnum hjá AB, sum verður í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 30. apríl.