Í Sjónleikarahúsinum verða spurdir nógir greiðir og áhugaverdir spurningar, og tað er sera áhugavert at fylgja við í, hvat politikkararnir hava av svarum Fjølmiðlamaðurin Sonne Smith, spyr um hvat verður gjørt við at byggja kollegiur og sum heild at betra um korini hjá teimum lesandi.
Jógvan á Lakjuni kann upplýsa, at tað eru komin fleiri uppskot inn, millum annað av Tvøroyri og úr Vestmanna, og arbeitt verður við at tey nøkta neyðugu krøvini.
- Tilmælir eru givin, men tað krevur tíð at fáa alt uppá pláss, sigur Jógvan á Lakjuni, valevni fyri Fólkaflokkin.
Marjus Dam hjá Sambandsflokkinum, er skjótur at taka orðið, og hann vil leggja dent á at man eigur at hava slík kollegiur úti á plássunum, sosum á Tvøroyri, í Vestmanna, og í Vágoynni, um so var, at eitt skuldi verið bygt har.