Lurtar ikki eftir hægstarætti

Trygdarmúrurin runt um Jerusalem verður bygdur, sjálvt um ísraelski hægstirættur hevur álagt stjórnini at bíða við at byggja hann

-Trygdargirðingin runt um Jerusalem hevur til endamáls at verja mannalív, og vit fara at fullføra girðingina, áðrenn hetta árið er úti, sigur ísraelski innanríkisráðharrin, Tzahi Hanegbi.

Hetta er beint ímóti einum úrskurði hjá ísraelska hægstarætti, sum í síðstu viku álegði stjórnini at bíða við at byggja ta 42 kilometrar longu trygdargirðininga um Jerusalem. Hægstirættur segði í úrskurðinum, at hann fer fyrst at lurta eftir, hvat fólk í átta palestinskum bygdum við Jerusalem hava at siga um ta ætlaðu girðingina. 30 ísraelsmenn í bygdini Mevassent Tzion hava eisini sent rættinum kæru um ætlanina.

-Girðingin, sum ætlandi skal byggjast á palestinskum lendi, fer at elva til spenning og verður ein hóttan ímóti ísraelsmonnunum, sum búgva í økinum, siga teir 30 ísraelsmenninir millum annað í kæruni.

Shaul Mofaz, verjumálaráðharri, fordømdi sunnudagin avgerðina hjá hægstarætti. Hann segði, at ein og hvør løgfrøðilig seinking fer at geva sjálvmorðsbumbumonnum høvi til at sleppa inn í Ísrael.