Finska løgreglan kannar nú, um telefonfelagið Sonera fór út um lógarinnar mark, og um trygdarløgreglan hjálpti felagnum, tá tað fyri fýra árum síðani kannaði, um nakað av starvsfólkunum hevði avdúkað innanhýsis viðurskifti.
Upprunin til kanningarnar eru nakrar greinar í blaðnum Helsingin Sanomot, sum vildi vera við, at trygdarløgreglan SUPU hevði hjálpt Sonora. Millum annað visti blaðið at siga, at Sonora hevði avlurtað telefonir og fartelefonir hjá fleiri starvsfólkum í leiðsluni, og blaðið skrivaði eisini, at Sonora hevði avlurtað telefonina í tænastubilinum hjá Paavo Lipponen, forsætisráðharra.
Kanningar hava síðani víst, at telefonirnar hjá meiri enn 60 fólkum vórðu avlurtaðar, og málið hevur longu elvt til nakrar uppsagnir í Sonora. Men ákæruvaldið hevur eisini sett sær fyri at kanna, um leiðslan í trygdarløgregluni var uppi í málinum, og sambært finsku tíðindastovuni er nógv, sum bendir á, at leiðslan visti, hvat fór fram, og at hon hjálpti Sonora við avlurtingini.










