Tað var ikki við góðum vilja frá pápanum, at Neymar valdi at skifta úr FC Barcelona til PSG. Tað avdúkar Neymar sjálvur í einum sjónbandi á instagram, har hann greiðir frá skiftinum.
- Eg var við í einum álopi við Messi og Suarez, sum fer í søgubøkurnar. Eg havi vunnið alt, sum ein spælari kann vinna. Spælarar hava brúk fyri nýggjum avbjóðingum, og fyri aðruferð í lívinum gangi eg ímóti ynskinum hjá pápa mínum, sigur hann í sjónbandinum.
- Pápi, eg skilji og virði tína meining, men eg havi tikið eina avgerð. Eg vóni, at tú fert at stuðla mær, soleiðis sum tú altíð gert, sigur hann víðari.
Umframt at vera pápi Neymar, so er Neymar Santos eldri eisini umboðsmaður hjá soninum, sum kostaði PSG metnógv, nevniliga 1,65 milliard krónur.