Lurta eftir útvarpi í Leirvíkstunlinum

Seinni í ár verða Kringvarpið, Rás 2 og Lindin at hoyra eisini í Leirvíkstunlinum

Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setti herfyri Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, nakrar skrivligar fyrispurningar um Leirvíkstunnilin, fyrst og fremst við tí fyri eyga at fáa lýst, nær væntast kann at útvarp verður at hoyra í tunlinum.

 

Jørgen Niclasen váttar, at Leirvíkstunnilin er einasti størri tunnil í landinum, har útvarpið ikki er at hoyra. Hann skrivar í svari sínum, at tað kostar um 400.000 krónur at gera verkætlanina, so at útvarp eisini skal hoyrast í Leirvíkstunlinum.

 

Jørgen Niclasen váttar fyri Reimundi Langgaard, at miðað verður í móti, at útvarp eisini skal hoyrast í Leirvíkstunlinum seinni í ár. Mentamálaráðið og Landsverk skulu í felag at finna fíggingina til verkætlanina.

 

Í svarinum upplýsir Jørgen Niclasen, at hetta verður mett sum ein tænasta til borgaran, heldur enn eitt beinleiðis ferðslutrygdartiltak, men hann ásannar eisini, at tað kann vera sera hent, at bilførarar kunnu fáa kunning um ferðsluna og møgulig óhapp í tunlinum umvegis útvarpið.

 

Landsstýrismaðurin segði eisini, at 3.727 akfør koyra dagliga gjøgnum tunnilin, tað vil siga 1,36 milliónir akfør um árið.