- Vit bakka fegin fyri skilagóðum grundgevingum.
Tað sigur Janus Petersen stjóri í BankNordik.
Tað skapti rumbul, eisini politiskt rumbul, tá ið BankNordik nú ein dagin kunngjørdi, at summi viðskiftafólk skulu nú rinda eitt gjald upp á 20 krónur um mánaðin, bara fyri at hava kontu í bankanum.
Nú í dag kom bankin við eini nýggjari fráboðan, sum gevur enn fleiri undantøk, so eisini kundar, sum bara hava eina lønarkontu og/ella eina pensjónskontu í BankNordik, verða undantiknir kontugjaldinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Føroya Banka greiða frá, hví bankin hevur tikið atfinningarnar til sín
|