Lupu á og settu eld á smoltstøð

- Álopið ger seg inn á trygdina hjá starvsfólkunum og trygdina í økinum annars, sigur handilsfelagsskapur.

 

Ein smoltstøð, sum norska alifyritøkan Cermaq eigur í Chili, varð hósdagin álopin. Tað vóru fýra fólk, sum ólógliga tóku seg inn á støðina, Piscicultura Collín í Chili. Her lupu tey á starvsfólk og settu síðan eld á smoltstøðina.

Tað skrivar chilenska ávísin, La Tercera. 

Sagt verður, at smoltstøðin liggur í Vilcún kommunu, sum er í Araucanía-regiónini har suðuri í Chili. Lokala avísin - Clave9 - skrivar, at álopsfólkini skutu rundan um seg, men tíbetur eydnaðist tað starvsfólkunum at sleppa til rýmingar.

Nú verður málið kannað av løgregluni.

Handilsfelagsskapurin, The Chilean Salmon Marketing Council, fordømir álopið.

- Vit harmast um hesa hending, sum í stóran mun ávirkar menningina av fyritøkuni, og haraftrat ger álopið seg inn á trygdina hjá starvsfólkunum og í økinum annars.

Handilsfelagsskapurin sigur seg vóna, at tað fer at eydnast løgregluni at handtaka tey, sum hava ábyrgd av hendingini, og tey siga seg vera vís í, at vald ongantíð fer at loysa nakrar trupulleikar.