Lupu á bláman í Koltri

"Freistingin" gjørdist ov stór fyri nólsoyarkvinnur, sum lupu á bláman í Koltri í gjár.

Í gjár vóru nólsoyingar á útferð við Norðlýsinum í Koltri.

 

Veðrið var gott og soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, kundu nólsoyarkvinnur ikki lata vera við at leypa á bláman.

 

Nólsoyarkvinnur eru vanar við at svimja á Malarenda í Nólsoy, og nú nakrar úr "svimjitruppinum" vóru í Koltri, gjørdist "freistingin" ov stór.

 

Tað er Jógvan Thomsen, sum hevur tikið viðheftu mynd, og aðrar myndir frá ferðini í Koltri eru at síggja á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.

 

Túrurin, sum nólsoyingar gjørdu út í Koltur í gjár, skuldi ætlandi vera á hvítusunnu, men tá varð ferðin avlýst.