Lupu á bláman í kava og frosti

Tær, sum svumu í kava og frosti á Malarenda í morgun, kunnu av sonnum rópast "harða kjarnan í Nólsoy".

Ja, tað er ikki lygn - sum henda samansetta myndin vísir - at nakrar kvinnur í Nólsoy lupu á bláman á Malarenda í kava og frosti í morgun.

 

Bæði kvinnur og menn í Nólsoy hava seinastu tíðina javnan lopið út í kaldan sjógv, og serliga eru tað kvinnurnar, sum hava gjørt burtur úr hesum.

 

Í dag liggja nýggjar myndir á facebook-profilinum "Nólsoy í myndum", og her sæst, at einar tríggjar kvinnur hava svomið á Malarenda í morgun.

 

Fleiri ferðir í heyst hava myndir ligið úti alment sum vísa, at upp í fleiri fólk - og onkuntíð bæði kvinnur og menn - hava hættað sær út í á Malarenda.

 

Fólk, sum javnan vitja henda profilin, hava sæð, at nólsoyingar eisini hava roynt at svomið á sjónum, eftir at tað er vorðið myrkt.

 

Tað er serliga kvinnurnar, sum slóða fyri - og onkuntíð fáa tær menninar aftan á sær.

 

Tær, sum svumu í kava og frosti á Malarenda í morgun, kunnu av sonnum rópast "harða kjarnan í Nólsoy".