Lundin við at koma fyri seg

Tað er nógvur sildberi at síggja, og tað hevur ikki verið at sæð í fleiri ár.

Tað er nógvur sildberi at síggja, og tað hevur ikki verið at sæð í fleiri ár.

 

Allastaðni, sum in.fo hevur frætt, stendur munandi betri til við lundanum enn tað hevur gjørt í fleiri ár.

 

Bæði á Viðareiði, í Nólsoy og í Tindhólmi er væl at síggja av sildbera, og tað merkir eisini nógvar pisur.

 

Av Viðareiði frættist, at har hava teir ikki sett forboð móti fleyging av lunda, men teir hava roynt at hildi urðina og Settorvu fría fyri náta.

 

- Rottugift er løgd í urðina, men Settorva er frí fyri rottur, verður sagt av Viðareiði.

 

Har er so nógvur sildberi sum ikki hevur verið í fleiri ár.

 

Í Nólsoy er tíbetur eingin rotta, men har hevur verið bannað at fleyga í nøkur ár. Men tá menn vóru á fjalli herfyri, sást rættiliga nógvur sildberi á Urðini, og tað merkir eisini nógv pisa.

 

Fleygalundin fær tó ringan frið at sita á sjónum, tí skjóttgangandi bátar í heilum sigla runt um Nólsoynna og reka lundan burtur.

 

Í Tindhólmi er sama søgan. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er nógvur sildberi at síggja, og eisini har hevur verið bannað at fleyga í nøkur ár.

 

Alt í alt sær munandi betri út við lundanum í ár, enn tað hevur í fleiri ár framman undan.