Com-Data er ein tann elsta KT fyritøkan í landinum og hevur alla tíðina lagt stóran dent á at menna føroyskar KT loysnir.
Com-Data er óivað mest kent fyri sínar fyrisitingarligu loysnir, so sum Lundin, Lønarskipan, Klokkuskipan o.s.fr. umframt framleiðsluskipanir til virkir og skip. Eisini hevur fyritøkan gingið á odda, tá tað snýr seg um sporføri í fiskivinnuni.
Á marknaðinum í 26 ár
Tað er eingin loyna, at Lundin er mest nýtta fíggjarstýringsskipan í Føroyum við uml. 450 seldum eintøkum. Um brúkarar verða taldir við, kemur talið upp á eini 1.500 brúkarar, og tað er lutfalsliga eitt sera høgt tal.
Lundin er eisini ein tann elsta skipanin av sínum slag, tí tað eru heili 26 ár síðani, at fyrsta útgávan av skipanini kom á marknaðin. Hesi 26 árini er skipanin ment nógv so líðandi.
Nakrar av teimum størstu fyritøkunum í landinum nýta Lundan og hava gjørt tað í fleiri ár. Men kravið til fíggjarstýring, og at skipanin skal koyra í Windows, gjørdi at Com-Data Pf. fyri skjótt tveimum árum síðani byrjaði menningina av nýggja Lundanum til Windows, sum altso nú er klár.
Varðveita tað einfalda
Tað hevur alla tíðina verið raðfest høgt, at tað einfalda frá gamla Lundanum skuldi varðveitast, og serliga bóking skuldi fara fram á sama hátt, sum tað altíð hevur gjørt í skipanini.
Hjá Com Data siga tey, at allir brúkararnir av gomlu skipanini fara at kenna seg aftur í nýggju skipanini, og fyritøkan er sannførd um, at brúkararnir verða hugtiknir av nýggju Windows-útgávuni av Lundanum.
Fyri at varðveita tað einfalda er bert ein kontolisti. Nú er rakstur, status, skuldarar og ognarar meira atskild. Ein konto hevur nú ein status, ið avgerð um kontoin er rakstur, status, skuldari ella ognari.
Kontolistin kann í dag bólkast uppá fleiri mátar á skerminum, og hetta gevur sera góðar møguleikar at nýta hann til debitor røkt. Til ber at skráseta telefon samrøður á eina konto, og eisini at fáa eitt kontoavrit í PDF format, sum síðani kann sendast við t-posti til móttakara.
Lundin hevur nú eisini samlikonti fyri skuldarar og ognarar í status. Í dag koyrir skipanin uppá dagfesting, men hevur eisini varðveitt møguleikan fyri tíðarskeið. Lundin nýtir kassakladdur, ella skuffur, sum tað verður nevnt á Lunda máli.
Somuleiðis hevur skipanin eisini varðveitt møguleikan fyri at rætta og heilt at strika bókingar, men hetta er bert galdandi fyri bókingar, ið liggja í kassakladduni /skuffuni. Um bókingar verða strikaðar í høvuðs journalini, verða rættingarnar goymdar í bakgrundini, og kann síggjast av t.d. grannskoðara. Tær strikaðu bókingarnar koma tó ikki við á kontoavriti.
Tað er eitt ávíst sporføri í skipanini eisini, tí allar bókingar verða loggaðar við dato, klokku og brúkara.
Fíggjarætlan
Lundin til Windows hevur nú víðkaðar møguleikar til at leggja fíggjarætlan. Fíggjarætlanin kann deilast uppá mánaðir. Við einum framkomnum web-moduli til fíggjarætlan, kann ein frá internetinum síggja fíggjarætlanina fyri alt árið og samstundis síggja allar bókingar, sum hoyra til eina ávísa konto.
Heimagreiðslan/bankin hevur lætt sera nógv um hjá brúkarum, tá flytingar skulu gerast úr Lundanum, ella tá lønarflytingar verða gjørdar við Lønarskipanini. Av somu orsøk er hetta ein náttúrligur partur av nýggju skipanini, og flytingar kunnu til dømis gerast, so hvørt ein bókar eina rokning og seta gjaldkomudag inn fyri flytingina.
Web-modul (internet)
Fíggjarstýring krevur gott yvirlit og lætta atgongd til lyklatøl, og tað er her at web-modulið í Lundanum kemur inn. Web-modulið er eitt sera hent amboð hjá stjóra og fíggjarleiðara. Við einum internet kagara er tað sera einfalt at fáa eina heildarmynd av rakstri og fíggjarstøðu í fyritøkuni.
Fíggjarleiðarin kann eisini geva øðrum atgongd til partar av t.d. rakstrinum. Hetta verður gjørt við at stovna brúkaranavn og loyniorð til brúkaran. Hetta ger, at deildarleiðarar, stovnsleiðarar og onnur kunnu fylgja við í teimum konti, ið hoyra undir teirra øki, og harvið hava eitt neyvt eftirlit við fíggjarligu gongdina.
Hjá Kommunum er sera hent at geva t.d. skúlastjóra atgongd til allar konti, ið hava við skúlan at gera. So hvørt sum bókað verður, sær skúlastjórin sína fíggjarstøðu á skerminum. Skúlastjórin kann eisini síggja allar fakturar grafiskt, ella í PDF formati.
Møguleiki er eisini at geva einum kunda atgongd til sína egnu konto, og hann kann síðani sjálvur taka sær eitt kontoavrit fram á skermin, og kann eisini síggja allar fakturar, sum eru bókaðar upp á hann.
Excel koyrir saman við Lundanum. Møguleiki er eisini at fáa saldolista við fíggjarætlan yvir í Excel, og sett upp í Pivot tabell. Við hesum eru góðir møguleikar at arbeiða víðari við roknskapartølum.
Lønarskipanin koyrir beinleiðis saman við nýggja Lundanum, og allar lønarbókingar kunnu enda í bókhaldinum, deilt uppá arbeiðir, um hesum møguleikin verður nýttur í skipanini.
Umlegging
Allar bókingar frá gamla Lundanum verða førdar yvir til nýggja Lundan til Windows. Tað er tí sera einfalt at byrja við nýggja Lundanum til Windows. Tað ber til skifta mitt í einum mánað um ein ynskir tað. Bókingar frá Navison og øðrum skipanum kunnu sjálvsagt eisini lesast inn í Lundan til Windows.
Tænasta gjøgnum breiðband
Tað góða samskifti, gevur okkum sera góðar møguleikar at veita tænastu gjøgnum internetið.
Tað tekur okkum minni enn eitt minutt at fáa samband til eina og hvørja teldu, sum hevur internet samband.
Hetta gevur okkum møguleika at dagføra skipanir og veita vegleiðing og hjálp beinanvegin tørvur er á tí. Nú er ikki sami tørvur fyri at seta seg í ein bil og koyra út til kundan fyri at gera somu tænastu. Hetta sparir bæði tíð og pengar fyri kundan.
LUNDIN til Windows verður at síggja á KT-2006










