Lundin og plantur sum fikkubøkur

Lundin og og føroyskar plantur verða lýst í tveimum nýggjum bókum í røðini hjá HNJ bókahandli um ymisk føroysk evni Bókin um plantur lýsir 84 av teimum mest vanligu plantunum, sum vaksa í Føroyum. Planturnar eru lýstar í vøkrum myndum og greiðum teksti á átta málum, harímillum á føroyskum og latíni.

Tað er Anna Maria Fosaa, plantufrøðingur, sum hevur skrivað bókina.

Bókin um lundan lýsir hvørja lundafamilju, lundin í Føroyum hoyrir til, hvar og nær hann eigur og tann týdning, lundin hevur havt fyri føroysk húsarhald.

Tað er Jens-Kjeld Jensen, sum hevur kannað føroyskar fuglar í meir enn 30 ár, ið hevur skrivað bókina um lundar í Føroyum.

Bøkurnar í fikkurøðini eru fyrst og fremst ætlaðar ferðafólki, ið hava tørv á álítandi og dagførdum upplýsingum um føroysk viðurskifti.

Bøkurnar eru á enskum og á donskum.

Elin Winther Poulsen ritstjórnar bøkurnar, sum fáast í bókhandlum, kunningarstovum og á bensinstøðum kring landið.