Lundin í Løgtingið

Tað er als ikki nakar huga­ligur tanki, at tað ikki skal bera til at fáa sær eitt kók av lunda. Men, tá støðan er so álvarsom sum hon er, ber ikki til at raðfesta nakrar pottar av vælsmakkandi lunda framum tørvin at gera tað, sum gerast kann, so stovnurin fær kjansin at koma fyri seg aftur.

Bjørt Samuelsen
tingkvinna

Til ber illa at áseta kvotu, tá so gott sum einki er at býta.
Tí er tað er gleðiligt í miðl­unum nú at frætta, at lands­stýrismaðurin í veiðu­mál­um av álvara umhugsar at friða lundan í eitt neyðugt tíðarskeið.

Lundin á tingi
Álvarsama støðan hjá lund­­a­num varð umrødd á løg­tings­fundi 9. mars har undir­ritaða spurdi lands­stýris­kvinnuna í náttúru­verndar­málum um hvørji tiltøk lands­stýrið hevði ella fór at seta í verk, til tess at verja lunda­stovnin.
Orsøkin til spurningarnar var ein frágreiðing, sum Inn­lendismálaráðið fekk í jan­uar, men sum einki alment hevði verið at frætt um. Frá­greið­ingin við veiðu­hagtølum, sum Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen hava savnað og latið myndug­leik­anum, lótu ongan iva standa: Støðan hjá lundanum er so hættis­lig, sum ongantíð áður.
Støðan hevur staðið við og versnað í áravís, og var 2010 ringasta fleygingarár, sum fólk yvirhøvur vita um í Føroyum, tá einans 339 lundar vórðu veiddir.
Til viðgerðina í tinginum vóru fleiri røddir ímóti at friða lundan, hóast støð­an er so hættislig. Ávísir ting­­menn vístu á, at tað ikki er lunda­veiðan, men føðitrot, sum oyðir stovnin, og at búfuglur ikki verður fleygaður nevnivert. Tað fyrra er í samsvari við frá­greðingina frá serfrøð­ingunum, men teir skriva eisini: “Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bert tekur ungfugl, og at sildberar ikki verða tiknir. Hetta er partvís rætt, men ein onnur kanning hjá okkum vísir, at sjálvt tey góðu árini um ár 2000 var helvtin av teimum fleyg­aðu lundunum gamal fuglur (eldri enn 3 ár), og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur.
So sjálvt um sildberar ikki verða tiknir, so verða kortini nógvir búfuglar tiknir við stong, og tá fáar pisur koma undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, so verður alt gamal fuglur, sum verður fleygaður fyrstu tíðina. Tað verður tí alneyðugt við eini avmarking ella friðing, til stovnurin er komin fyri seg aftur.”

Rósur til JV
Jacob Vestergaard, sum um­situr veiðulógina, tykist nú at hava valt at lurta eftir fuglafrøðingunum. Tað eigur hann stórt rós uppi­borið fyri, tí at áseta veiðu­bann, smakkar ikki øllum væl. Hann fær mín fulla stuðul at koma við einum frið­ingaruppskoti.
Ongum nýtist at óttast fyri, at veiðubannið ikki verður tikið av aftur, so skjótt sum tað yvirhøvur er ráðiligt. Tí heldur ikki tingfólk vilja vera eitt lundakók fyriuttan.