Lundin er ein áminning um makrelin

Til tess at vísa á tann týdning sum makrelfiskiskapurin hevur fyri Føroyar, hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður havt fundir við fleiri danskar ráðharrar um málið. Á tí eina fundinum hendi nakað serstakt.

Ein av donsku ráðharrunum, sum eru viðkomandi í samráðingunum um komandi makrel-kvotur er danski europamálaráðharrin, Nicolai Wammen.

Samráðingarnar um, hvussu henda kvotan skal býtast millum ES, ísland, noreg og Føroyar eru endaðar úrslitaleysar í tvey ár, men nú hevur Sjúrður Skaale sett sær fyri at vísa á henda týdningin.

Hann vil tó eisini vísa á ta ávirkan sum hesin fiskiskapurin hevur á fiska- og fuglalív okkara.

Ein avleiðing av hesum er, at fáar lundapisur eru konmar undan seinastu 5-6 árini. Til tess at minna donsku stjórnina á hetta gjørdi hann ikki mætari enn at handa henni ein útstappaðan lunda úr Føroyum.

- Allir ráðharrarnir skilja kortini føroysku støðuna, og hava lova at gera tað, teir kunnu, til tess at funnin verður ein semja í málinum. Eydnast tað ikki, og ES-meirilutin krevur tiltøk sett í verk, fer danska stjórnin at gera alt fyri, at hesi tiltøk verða so mild sum gjørligt, verður sagt.

Sjúrður Skaale hevur annars havt samráðingar við Mette Gjerskov, matvøru- og fiskimálaráðharra og Villy Søvndal, uttanríkisráðharra og embætisfólk teirra.