Lundin-bók fær onga stjørnu

Nýggja bókin hjá drápsmanninum Peter Lundin fær av at vita í ummælum í donskum bløðum. Jyllands-Posturin vil ikki so frætt sum geva bókini eina tí einastu stjørnu Bókin En Morders Bekendelser, sum júst er komin út í Danmark, er umstrídd, og fleiri av stóru forløgunum noktaðu at geva bókina út.

Ummælarar á donsku bløðunum taka heldur ikki væl ímóti bókini.

Ummælarin hjá Jyllands-Postinum vil ikki geva bókini nakra av teimum seks stjørnunum, sum blaðið kann lata fyri útgávur.

- Í grundini er eingin vandi við hesari bókini, tí fyrst og fremst er bókin keðilig og banal, sigur ummælarin hjá Jyllands Postinum.

Á Politiken spíla tey seg út og geva trý av seks hjørtum til hesa útgávu, men kritikkurin er harður.

- Hendan útgávan er fyrilitarleys og má metast sum ein rein provokatión, skrivar ummælarin hjá Politiken.