Lundi á Jólanátt

So sera sjáldsama góð jólaøl frá OY – sum Lundi á Jólanátt, sum gamalt føroyskt orðafelli sigur.

Soleiðis skrivar bryggjaríið OY í tíðindaskrivi í kvøld.

 

– Í fjør megnaðu vit tað ikki. Jólaølin frá OY gjørdist jólatrøll.

 

– Men í ár eru vit klár við okkara nýggju jólaøl, skrivar bryggjaríið í Havn.

 

– Lundi á Jólanátt er væl jólakryddað við anilsi av anis, ikki ov beisk, ikki ov søt, men høvilig.

 

Myrk sum árstíðin, forkunnug sum Lundi á Jólanátt og smakkar sjáldsama væl, skriva tey.

 

Lundi á Jólanátt sæst bert fáar vikur fram til jóla, og knappiliga hvørvur hann aftur. Hann sæst í sjoppini á OY, í Rúsuni ella kanska á onkrari matstovu kring landið.