Tað sær svart út hjá AB, sum seinnapartin legði rygg til tap á heimavølli. Hesa ferð var tað ímóti GÍ, sum við Christian Lundberg á odda als ikki var til at steðga.
Eftir eitt korter setti Christian Lundberg hol á. Fimm minuttir eftir steðgin var vandamikli danski framherjin aftur framvið. Eftir langa sending út í vinstra borð langaði hann bóltin í handara málhornið til 2-0.
Tíggju minuttir undan leikloki eydnaðist tað Fróða Clementsen at minnka um munin fyri AB eftir brotsspark, og í eina løtu var AB omaná. Hetta forðaði tó ikki Christian Lundberg í at sløkkja vónini hjá AB, og harvið staðfesti hann við rimmar hattrikki, at GÍ eisini í 2008 verður í Formuladeildini, meðan tað nú sær sera svart út hjá AB.