Lundarnir flúgva avstað

Eftir fáum tímum høvdu teir umborð á lundaskipinum, Mai, selt 2.500 lundar

Upprunaliga var ætlanin, at teir skuldu byrja at selja longu mánadagin, men orsakað av pappírsarbeiði kundu teir ikki selja fyrstu lundarnar fyrr enn mikudagin. Talan var um onkur tollingarpappír, sum vóru ávegis úr Íslandi, og fyrr enn hesi vóru komin, fekk manningin á Mai einki gjørt.


Nógv til Viðareiðis

Um hálvgum ellivu tíðina mikudagin var so alt fingið upp á pláss, og eftir at skipið hevði flutt seg inn móti Bursatanga, varð so farið í holt við søluna.

Ikki kann sigast anna, enn at væl gekst at selja. Tá vit um trý tíðina mikudagin vitjaðu umborð, høvdu teir longu selt einar 2.500 lundar. Tað vigaði tó væl í hesum tali, at Hotel Norð á Viðareiði hevði túsund lundar sendandi norð.

Hvussu leingi teir fóru at liggja við kei, vistu teir ikki at siga umborð, men væntandi fór hetta at vera, til allir teir 4.000 lundarnir vóru seldir.


Fleyga ikki

Hóast tað av summum verður rópt lundaskipið, so fleyga teir á Mai tó ikki lundarnar sjálvir. Ístaðin verða teir keyptir frá Íslendskum fleygamonnum, og verða síðani hagreiddir umborð. Nakað verður roytt og vaakumpakkað, meðan aðrir bert verða reinsaðir, um so er at keyparin heldur vil royta sjálvur.

Í Íslandi er annars rættuliga vanligt, at lundar verða royktir, men sum skilst, hava teir ongar ætlanir hesum viðvíkjandi umborð á Mai. Sum er gongur tað jú flúgvandi við at sleppa av við lundarnar, so í so máta er eingin orsøk til broytingar av nøkrum slag., øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyska arbeiðið

Í Eliaskirkjuni

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbanegården, 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nærhendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Rasmussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.


Før. gudstænasturnar

í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.

(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09

fax. 32 58 61 49

e-mail:

kristnastova@get2net.dk

Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20.

Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis.

Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta í Hirtshals


Føroyingafelagið

í Esbjerg

Danmarksgade 25,

6700 Esbjerg, tlf. 75132747

Opið hvørt mánakvøld kl. 19?22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn.


Føroyskt

barnamøti

Hvønn mánadag kl. 17 er føroyskt barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin.


Heimamissiónin

Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.


Føroyingarfelagið

í Aalborg

Lille Kongens Gade 10 B.

Tel. 98136330

Húsið er opið soleiðis:

Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00

Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 33 23 15 87

Fax 33 23 15 18

Kunningartlf. 33 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Heimasíða:

www.faroehouse.dk

E-mail:

postur@faroehouse.dk

Upplatingartíðir:

mánadag?fríggjadag:

kl. 16.00?19.00.

28.?30. juli: Ólavsøkuhald við fjølbroyttari skrá.

28. juli: Fernisering. Tórhild Tolfsen sýnir fram.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D

8000 Århus C

Telefon og fax: 86180604

Teldupostur:

aarstova@teliamail.dk

Heimasíðan:

welcome.to/aarstova

Áarstova er opin soleiðis:

Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18

Føroysku bløðini liggja frammi.

Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03

Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-.

Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu:

MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18.

Føroyskur barnaskúli annanhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur).

Sunnudagsskúli annanhvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur).

Bókasavn. Føroyskar bøkur kunnu lánast mánadag-hósdag kl. 16-18.

Ítróttartiltøk:

Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4.

Svimjing. Frydenlundskúlin fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4.

Fótbóltur. Hasselager Hallen fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15.


Føroyingafelagið

Vesturskin,

Bergen

Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049.


Føroyingar

í Noregi

E-mail:

foroyar@norden.no

Heimasíða:

www.norden.no/foroyar

Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við tilknýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829.


Føroyingafelagið

í Reykjavík

Ølduslóð 27

220 Hafnafjørður, Ísland

Tlf. 565 4883

E-mail: forrek@visir.is