Lundapisur svølta kring Skotland

BBC veit at siga, at kring Skotland doyggja lundapisur, tí tær fáa ikki nóg mikið av føði. Støðan tykist hættislig


Í Føroyum hevur verið frammi, at lítið er til av fugli, eisini lunda, og BBC veit at siga, at kring Skotland er støðan hin sama.

BBC sigur, at lundapisur svølta og doyggja kring skotsku oyggjarnar. Lundarnir finna ikki nóg mikið av føði til pisur sínar við oynna St, Kilda. BBC hevur tíðindini frá NTS, National Trust for Scotland.

Pisur í stórum tali liggja deyðar. Vaksnu lundarnir koma við sjópróni (pipefish) til pisurnar, og tær klára ikki at svølgja henda fisk. Í lundaholunum síggjast leivdir av hesum fiski, ið ikki er etin, og tískil ligur og rotnar.

Sama er galdandi fyri rytu og rytupisur, har støðan er lík tí hjá lundanum.

Køn fólk siga, at hesin fiskur nærum ikki er sæddur áður á hesi leiðini.

Aðrastaðni á somu leið verður sagt frá, at ein pisa kemur undan fyri hvørt 8. reiður.

Hinvegin sigst, at lovigi klárar seg væl á ST. Kilda.

Sum heild verður uppl´ýst, at sjófuglurin kring Skotland í ár ikki havur havt tað gott í paringstíðini, og at hetta sæst aftur.

Bob Swan, fuglafrøðingur á oynni Canna, sigur, at støðan, sum nú er íkomin, er ikki sædd áður.