Atli Gregersen, stjóri í Luna, dugir ikki at siga, hvussu nógvur fiskur fór fyri skeytið.
- Men tað var nógv, segði hann við Kringvarpið á middegi.
Umleið 85.000 fiskar skuldu í ringin. Stjórin segði, at nótin á aliringinum var í lagi, men tað vísti seg, at hol var á tí umleið 500 metrar longu slanguni, sum førdi smoltið frá bilinum og út í aliringin.
Hvussu nógv endaði við síðuna av, dugir Atli Gregersen ikki at siga.
Smoltini vigaðu 700 gramm hvørt.
- Eg veit ikki, hvussu stórt tapið er. Men tá smoltini eru so stór, eru nógvir pengar brúktir uppá tey, so talan er um rættuliga nógvar pengar, sigur Atli Gregersen.