Luna keypt flakavirkið í Miðvági

Alifyritøkan Luna keypti um ársskiftið flakavirkið í Miðvági. Kortini skulu vágafólk ikki vænta, at nýggja flakavirkið letur upp sum flakavirkið – í hvussu er ikki í fyrstu siftu.

- Virkið er i rættiliga góðum standi innan, men meginparturin av maskinunum eru fluttar aðrastaðnis. Tí eru heldur ikki vánir um at fara undir vanliga fiskaframleiðslu á virkinum, sigur stjórin í Luna, Atli Gregersen.

Tað var heldur ikki ætlanin at keypa virkið at byrja við.

- Vit roknaðu við, at onnur fóru at vera áhugað í virkinum, men sum tíðin leið og eingin keypari vísti seg, og virkið kundi fáast bíliga, gjørdu vit av at keypa, sigur Atli Gregersen.

Teir hava fleiri aliøki, og flyta allan fiskin til Sørvágs til kryvjingar.

- Kryvjivirkið er ógvuliga framkomið í allar mátar, men hevur onga frystiorku. Tað hevur virkið í Miðvági, og tað gevur nakrar møguleikar, sum vit ikki høvdu framman undan. Nú ber til, eitt nú at skera fløk at frysta, sigur Atli Gregersen.

Men tað verður so í fyrstu syftu tað, ið virkið kann brúkast til.

- Hvat fer at vísa seg ber sjálvandi ikki til at siga. Virkið er í góðum standi innan, og frystiskipa, kloakkir og slúsur eru høvuðsumvældar fyri fáum árum síðani. Men ongar ítøkiligar ætlanir eru í løtuni, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.