Fyri tveimum árum síðan søkti P/f Luna um at fáa aliloyvi til økið vesturi á Víkum á Vágoy.
Nú hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovn játta alifelagnum loyvið, við verður givið sum eitt ískoyti til verandi loyvi á Sørvágsfirði.
Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu sínari.
Aliloyvið hjá Luna í Sørvági gongur út skjótt, men søkt eru um at leingja tað. Herfyri var loyvið í Vestmanna longt við 12 árum.