Lumpar tey á »niðastu rók«

Eingin hevur sum Jenis av Rana spei­rikið ser­liga Javn­að­ar­flok­k­in og ann­ars Fólk­a­flokk­in og Sam­bands­flokk­in fyri at lívga tey ríku og at traðka á tey, sum hann sigur, »eru á nið­astu rókunum«. Hann hev­ur ferð eftir ferð ført fram, at skatt­a­lætt­in hjá ABC sam­gong­uni var til tey ríku.

Hvør tað er, sum traðkar á tey á »teim­um niðastu rók­u­num«, tað er nú sjón fyri søgn. Je­n­is av Rana er trygd­ fyri, at løg­mað­ur fær ein skatta­lætta upp á 4.500 krón­ur um mán­­a­ð­­in. Skatt­a­lætt­in hjá Jen­isi av Rana, sum sambært hans­ara definitión man sita á »teimum ovastu rók­u­num«, er neyv­an minni enn hjá løg­manni.
Men vaskikonan ella flak­a­kvinn­an, tær eru tó ikki við svið­u­soð, tí tær fáa jú ein­ar 67 krón­ur í skatt­a­lætta frá Jen­is av Rana sam­bært út­rokn­ing­um hjá Dimm­a­lætt­ing.
– Góði Jenis? Onkur helt, at tú vart okkurt slag av sosi­a­l­isti – at tú ver­u­liga meinti hatta við »teim­um á nið­astu rók­u­num«. Hvat gong­ur av tær? Offr­ar tú alt fyri vald­ið, ella ert tú bara ein pol­it­isk­ur veð­ur­hani, sum takk­ar velj­ar­a­num við at traðka á hann?