Lumpa pengar frá føroyskum fyritøkum

Prísurin er methøgur og tann, sum ikki rindar, verður hóttur

Tað er einki her í verðini sum er ókeypis - og tað er hetta heldur ikki.

Tað sigur Vinnuhúsið, sum enn einaferð ávarar føroyskarfyritøkur ímóti at lata seg lumpa.

 

Í hesum døgum roynir ein útlendsk fyritøka at lokka føroyskar fyritøkur at taka av tilboði um ókeypis faldara.

 

Endamálið er einfalt. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldararnar, skal bara hava ein lista við tínum undirveitarum og teir fáa eitt "frálíkt tilboð" um at lýsa í tínum faldara.

Men her endar so og her endar alt prát um "ókeypis", sigur Vinnuhúsið

 

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani –í tínum navni– í samband við tínar undirveitarar.

- Í fyrstuni er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, verður tónin hvassari.

 

Vinnuhúsið sigur at Samskifti, sum er felagið hjá føroysku lýsingavinnuni, veit um dømi, har veitarar enntá eru hóttir,  bæði óbeinleiðis, skrivliga og beinleiðis munnliga.

 

Vinnuhúsið ávarar ímóti, at lýsingaprísirnir eru methøgir.  

Prísirnir eru frá sløkum 8.000 krónur fyri lýsing, sum ikki er frægari enn eitt visittkortstødd, upp í 35.000 krónur fyri eina heilsíðulýsing.

Hetta er fyri at lýsa í 2.500 faldarum, sum eingin trygd er fyri nakrantíð verða sendir út.

- Til samanberingar kostar ein heilsíðulýsing í landsdekkandi føroysku bløðunum tað sama, sum ein av hesum visittkortlýsingunum.

- Sostatt stendur lýsingavirðið á ongan hátt mát við kostnaðin, sigur Vinnuhúsið, sum sostatt stutt og greitt mælir øllum frá at lata seg lokka av slíkum tilboðum.