- Samgongan lumpar føroyingar
Tað staðfestir Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Hann sipar til tíðindini í Sosialinum mánadagin, har Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum fortelur, at føroyingar vilja hava samráðingar um limaskap í Efta.
- Føroyar fáa einki burtur úr limaskapi í Efta, tí Efta fevnir als ikki um fisk, ið framvegis er mest týðandi útflutningur Føroya. Tí er tað longu frammanundan greitt, at hetta fer ikki at gera Føroyar ríkari, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann kallar Efta fyri eina deyða sild, so har er einki hjá okkum at fáa. Tað er eisini skeivt, at limaskapur í Efta gevur somu atgongd til marknaðin í ES, sum limalondini í ES hava, sigur hann.
- Limaskapur í Efta byggir á EBS-avtaluna, og hon gevur ikki frían handil við ES. Verða Føroyar limur í Efta, broytir tað einki, og føroyskar fyritøkur skulu, akkurát sum nú, rinda toll fyri at útflyta fiskavørur á ES-marknaðin, sigur Bárður á Steig Nielsen.
- Júst tað sama er galdandi fyri Eftalondini Ísland og Noreg, og sostatt er hetta í besta føri heit luft frá samgonguni, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at hinvegin vil Sambandsflokkurin gera Føroyar ríkari við at útvega føroyskum fyritøkum fríhandil við ES.
- Tá fara Føroyar at útflyta matvørur heldur enn rávøru, og tá kann útflutningsvirðið, sum í dag er einar seks milliardir krónur, í øllum førum tvífaldast.
- Løgtingið hevur longu einmælt samtykt uppskotið hjá Sambandsflokkinum um, at landsstýrið skal fara í samráðingar við ES um fría atgongd til ES-marknaðin.
- Tá kann inntøkan hjá føroyska samfelagnum økjast, nýggj arbeiðspláss skapast og vælferðin tryggjast, og landsstýrið eigur at halda seg til tað, sum Løgtingið hevur samtykt, ístaðin fyri at binda upp í ein felagsskap, sum einki gevur, sigur Bárður á Steig Nielsen.