Lula til Danmarkar

Brasilski forsetin, Luis de Silva, kemur í dag á almenna vitjan í Danmark Luis de Silva ella Lula, sum hann vanliga verður róptur, kemur til Danmarkar saman við konu síni, Marisa Letícia.

Tað eru Margretha drotning og Heindrikur prinsur, sum eru vertir. Brasilsku forsetahjúnini koma til Danmarkar úr Svøríki, har tey hava verið gestir hjá Carl Gustaf kongi og Silviu drotning.

Danska vinnulívið væntar sær nógv burtur úr vitjanini, tí Brasil keypir altsamt fleiri vørur úr Danmark, og fleiri danskar fyritøkur hava fingið sær deildir har.