Lula bjóðar krabbanum av

Fyrrverandi brasilski forsetin Luiz Inacio Lula da Silva slapp í dag av einum sjúkrahúsi í býnum Sao Paulo, har hann hevur fingið viðgerð fyri krabbamein í hálsinum. Hann segði, at viðgerðin hevði gingið væl, og at hann var til reiðar at taka dystin upp við krabban.

-Eg eri til reiðar at berjast, og eg haldi eisini, at eg havi tað betur. Eingin má lata krabbamein taka seg av fótum. Vit mugu berjast, segði Lula.

Fyrrverandi forsetin hevur roykt í nógv ár, og tá hann fór til læknan herfyri og lærdi seg um, at hann var eymur í hálsinum, vísti tað seg, at tað var krabbamein. Lula skal hava tvær viðgerðir aftuat fyri jól og eina í januar, og sum skilst eru læknarnir bjartskygdir.