Lula aftur upp í politikk

Eftir at hava stríðst við krabbamein í hálsinum í fleiri mánaðir hevur fyrrverandi brasilski Luiz Ignacio Lula da Silva gjørt av at fara aftur upp í politikk. Frá læknunum hevur hann fingið at vita, at hann er frískur nú.

-Tað er framvegis neyðugt at menna tað brasilska samfelagið, soleiðis at tey nógvu, sum eru lyft upp í meðalstættin, kunnu fáa enn betri livikor. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum droyma um at gerast partur av meðalstættini, sigur Lula.

Lula var tann fyrsti sosialistiski forsetin í Brasil. Hann sat tvey valskeið í embætinum frá 2003 til 2010, og hann var líka væl umtóktur sum teir allarfremstu brasilsku fótbóltsspælararnir. Tá hann legði frá sær í 2010, søgdu 80 prosent av fólkinum, at hann hevði verið ein góður forseti. Hetta góða umdømið var ikki minst eitt úrslit av, at í hansara forsetatíð vórðu næstan 30 milliónir brasilar lyftir úr fátækradømi upp í meðalstættin.

Tann nú 66 ára gamli Lula var fakfelagsformaður, áðrenn hann fór upp í politikk.