Sløkkiliðið í Havn var fyrrapartin á Hvonn, tí tað luktaði av gassi um ein part av húsinum, men tá ið luftað var út, merktist einki longur Meðan søkkiliðið í Havn var við í venjingini fyrrapartin í Leynatunlinum, komu boð um gassroyk á Hvonn í Havn.
Leiðarin valdi at biðja alt sløkkiliðið koma til Havnar, og tí møttu teir væl mannaðir í trimum blunkandi bilum í Tórsgøtu.
Men tá ið sløkkiliðið kom á staðið, merktist eingin roykur longur. Starvsfólkini høvdu eisini luftað út.
Sløkkiliðið skrúvaði fyri gassinum til køkin, og boð vórðu send eftir sveisarum at kanna, um nakar leki var.









