Luksusyacht á Klaksvík

Í dag stevndi luksusyachtin, Vive la Vie, inn á vágna í Klaksvík. Yachtin skal vitja í Føroyum fram til 4. august

Í dag stevndi luksusyachtin, Vive la Vie, inn á Klaksvíkina. Yachtin skal vitja í Føroyum fram til 4. august.

 

Tað er sveisarin, Willy Michel, sum eigur 60 metur longu yachtina, sum í dag kom á Klaksvík.

 

- Hon verður verandi í Føroyum fram til 4. august, og fram til 2. august fer hon at liggja her á Klaksvík, sigur Karl Birgir Isaksen frá KBI, sum er umboðsmaður hjá Vive la Vie, meðan hon er í Føroyum.

 

2. til 4. august fær so Havnin vitjan av Vive la Vie.

 

Manningin telur 13 mans, meðan gestirnir eru sjey í tali. Eigarin er tó ikki við hendan túrin, sum hevur gingið til millum annað Reykjavík og Vestmannaoyggjarnar.

 

- Teir skuldu koma til Føroya í morgin, men eitthvørt í Íslandi gjørdi, at teir komu ein dag fyrr, sigur Karl Birgir Isaksen.

 

Kjølurin á Vive la Vie var strektur í 2006, men skipið var ikki liðugt bygt fyrr enn í 2008. Tað kostaði góðar 300 milliónir krónur at byggja.

 

- Skiparin er týskari, og sjálvandi hava vit nøvnini á teimum, sum eru umborð, men tað fara vit at halda fyri okkum sjálvi. Eg kann bara siga, at talan er um ein leigutúr, sigur Karl Birgir Isaksen, umboðsmaður fyri Vive la Vie.

(Mynd: Eyðvør Klakstein)