? Ja, vit mugu siga, at vit hava eitt luksusproblem. Vit eru komnir har til, at vit næstan eru noyddir at sortera frá, tí vit klára ikki at brúka øll tey, sum vilja hjálpa. Tey koma so at siga úr øllum heraðshornum í Føroyum, sigur Gissur Patursson, sum saman við Teiti Lassen hevur verið við til at fyrireika stuðulskonsertina.
Teknikkurin forðar
Hann sigur, at tað hava verið fleiri góð uppskot á borðinum, men at tað ikki er møguleiki at føra tey øll út í lívið.
? Vit hugsaðu um at gera eina uppboðssølu, men tað er óvist hvussu verður við henni. Tað skal jú teknikkur til alt, og tað er ivasamt, um tað tekniska fæst uppá pláss í einum so stuttum skoðsbrái, so í løtuni er uppboðssølan ikki serliga sannlík, greiður Gissur frá.
Hann sigur eisini, at ítróttarhøllin á Hálsi hevur bjóðað seg fram til eina stuðulskonsert, men at konsertin í Norðurlandahúsinum varð raðfest hægri, fyri at øll Føroya fólk kundu fylgja við.
? Eg má siga, at eg havi verðið ótrúliga positivt yvirraskaður av tí stóru undirtøkuni, sum innsavnanin hevur fingið. Tað eru so nógv fólk, tónleikarar og stovnar, sum hava bjóðað seg fram at hjálpa, at tað er ótrúligt. Tað eru nógv fólk, ið fara at arbeiða ókeypis sunnukvøldið, men tað eru kanska serliga tey nógvu 14-16 ára gomlu, ið hava bjóðað seg fram, og sum eru komin við nógvum góðum hugskotum, ið hava yvirraskað meg mest, greiðir Gissur Patursson frá.
Hann sigur, at sjálvt um marathon'ið í innsavnanini verður sunnukvøldið, so er ikki vist, at tað eisini verður endabresturin.
Nú fáa vit at síggja eftir stóru innsavnanina, hvat Reyði Krossur fer at siga. Kanska vit fara at skipa fyri onkrum aftaná sunnukvøldið eisini, sigur Gissur at enda.