Amerikansku Jeep blivu kendir í seinna heimsbardaga, serliga fyri Willys-jeppin, sum verður gjørdu enn í dag, hóast nógv broyttur, undir navninum Jeep Wrangler. Jeep verða gjørdir í 6 ymiskum modellum, har tey flestu verða seld í Evropa.
Hóast tað ikki sær soleiðis út, er nýggi Grand Cherokee er bæði longri og breiðari enn forgangarin. Við tað at aksilfrástøðan eisini er longri, er kabinan eisini vorðin rúmligari. Designið er meira nútímans við lægri síðurútum og útbygdum skermum.
Bilarnir eru sera væl útgjørdir við t.d. leðurkabinu, 2-sonu klimaanlegg, parkeringssensorar aftan, pedalir sum kunnu stillast aftur og fram og regnsensorar til viskararnar.
Eitt sum merkist væl er, at koyrieginleikarnir eru munandi betri við nýggjari tannstongstýring og nýggjum framkomnum undirvogni. Koyrieginleikarnir eru tillagaðir til evropeisku vegirnar og eru fult á hædd við japansku og evropeisku kappingarneytarnar. Cherokee er eisini sera væl egnaður til at sleipa ein anhangara sum t.d. til hestatransport.
Grand Cherokee er sum ein persónbilur at koyra við á vanligum koyrivegi, og klárar seg avbera væl á ósløttum undirlagi, hetta ger m.a. Quadra-Drive II skipanin, sum alla tíðina syrgir fyri, at rætta drívmegin er, har hon skal vera.
Cherokee fæst við tveimum V8 motorum upp á ávikavist 4,7 g 5,7 litur og við hesum 3,0 litur V6 turbodiesel við commonrail innspræning og 218 hk. Motorurin er ljóðleysur, kraftar væl og er sera kvikur.
Bilurin er so væl útgjørdur, at tað er nok lættari at siga, hvat hann ikki hevur av útgerð og trygdarútgerð. So gott sum alt er standard. Vit kunnu t.d. nevna leðurkabinuna við forsetrum at stilla elektriskt - við merory stilling, og pedalirnar kunnu eisini stillast aftur og fram, 2-zone klimaanlegg, fartpilot, parkeringssensorar og dekktrýstdisplay. Bilurin fæst í tveimum útgávum, Laredo og Limited, ið er luksurútgávan.
Jeep Grand Cherokee 3.0 CRD
Motorurin3.0 litur diesel V6 við 218 hk
v. turbo og commonrail innspræning
0-100 km/t9,0 sek.
Oljunýtsla9,8 (blandað koyring)
Max. Snúningsmoment510 Nm v/1600 Snúningum
Dekkstødd245/65-17
Stødd og vekt
Longd474,1 cm
Breidd200,0 cm
Hædd174,4 cm
Eginvekt2.100 kg
Viðførisrúm977 litrar
Prísur úr:
Kr. 389.000 v/mvg. Vøruvognur (Laredo)
Kr. 436.000 v/mvg. Vøruvognur (Limited)
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo










