Luksusbilar frá VW koncernini

Horch er eitt av bilmerkjunum, sum er umboðað í teimum fýra samanflættaðu ringunum í Audi búmerkjunum. Týski bilteknarin, DeLusi, væntar at Horch navnið kemur at verða brúkt í eini luksusútgávu av komandi Audi A8

 

Horch er eitt av bilmerkjunum, sum er umboðað í teimum fýra samanflættaðu ringunum í Audi búmerkjunum. Týski bilteknarin, DeLusi, væntar at Horch navnið kemur at verða brúkt í eini luksusútgávu av komandi Audi A8


??????????????????

BILAR

Magnus Gunnarsson

??????????????????


Tað er blivið alt meira vanligt, at tey gomlu bilmerkini koma fram fyri dagin aftur. Tá bilmerkini Audi, DKW, Wanderer og Horch vórðu løgd saman til Auto Union í 1932, bleiv búmerki teirra fýra samanflættaðir ringar, sum umboða hesi fýra bilmerkini. Audi merkir "hoyr" á latíni, horch er sama orð á týskum, samstundis sum tað er navnið á stovnaranum av Horch bilverksmiðjuni, August Horsh.

Audi, VW og Bentley

Tá nýggja útgávan av Audi A8 kemur á marknaðin í 2002, er ætlanin at hesin bilurin kemur at brúka Horch navnið aftur. Audi hevur tryggjað sær rættin til navnið. Bilurin kemur væntandi at hava W12 motor. Grundleggjandi konstruktiónin í bilinum verður tann sama sum í komandi luksusbilunum hjá VW, D1 og D2. Sama konstruktión skal eisini brúkast til ein komandi Bentley, sum nú er ogn hjá VW. Hóast Audi og VW bilarnir trekkja við framhjólunum, kemur Bentley bilurin at hava bakhjólstrekk.


Kelda: FDM / Motor