Bilar
Audi hava í mong ár gingið á odda við bilum sum trekkja á øllum 4 hjólunum. Her verður hugsað um Quattro modellini, ið hava sera góða deiling av drívmegini. Bilurin á myndini verður væntandi avloysarin hjá Audi Allroad Quattro, ið er bygdur yvir Audi A6 Avant. Motorurin verður ein V8, tann sami sum á nýggja Audi A8, ið kemur á marknaðin í heyst.
Kelda: FDM / Motor










