Luksus leigubilar

Vit hava nakrar flottar vælútgjørdar Honda Accord til tann, sum ynskir at leiga ein luksusbil fyri ein sámuligan prís, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt Car-Rental

Car-Rental, sum er leigubiladeildin hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn, hevur fingið 10 nýggjar sera væl útgjørdar Honda Accord. Endamálið við hesum bilunum er at kunna leiga flottar vælútgjørdar luksusbilar til ein sámuligan prís, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt, sum leggur dent á, at hetta er gjørt sum ein roynd.


Tað eru bilfyritøkurnar Bilrøkt og Norðbil, ið samstarva um hesar Honda bilarnar, sum allir hava t.d. automatisk gir, klimaanlegg og ferðpilot.


Til dømis er hetta eitt gott tilboð til tey, sum fáa pening frá sínum tryggingarfelag í sambandi við bilsakn. Nú kunnu tey koyra í einum flottum luksusbili fyri ein bíligan penga, meðan teirra egni bilur er á verkstað.


Vit hava alla tíðina lagt okkum eftir at hava góðar og bíligar leigubilar, har kundin kennir seg tryggan, við at ongir trupulleikar eru av leigaða bilinum. Eisini leggja vit stóran dent á, at bilarnir eru reinir og síggja út sum nýggir bæði innan og uttan, sigur Jákup á Borg, stjóri í Bilrøkt.


Bilrøkt Car-Rental er opið hvønn dag frá kl. 08.00 til 22.00.