TAÐ LÆTTA LÍVIÐ
Talan er um størsta ferðamannaskipið, sum kemur á Havnina í ár. Hetta er eitt luksusskip av eini aðrari verð. Umborð er casino, eksklusivur køkur, gosbað og alt tað, sum tey ríku hava brúk fyri.
CRYSTAL SYMPHONY telir sjey hundrað ferðafólk. Starvsfólkini eru færri í tali, bert seks hundrað starvsfólk. Tað vil siga, at tað er næstan eitt starvsfólk um eitt ferðafólk. CRYSTAL SYMPHONY er slakar tvey hundrað og fimm og tjúgu metrar til longdar og fjúrtan túsund tons størri enn føroyski stoltleikin Norrøna.
Skipið siglir kring allan heimin. Í Føroyum er reiðaríið hjá CRYSTAL SYMPHONY umboðað av smápartafelagnum Baldur við Johan Mortensen.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>










