Ein heilt nýggjur Bentley er ávegis. Talan er um Bentley Bentayga, sum er ein luksus SUV.
Bilurin er rættiliga stórur, hann er 5.14 m langur, tveir metrar breiður, 1.74 m høgur og vigar yvir 2.400 kg. Undirvognurin við luftfjaðrum og 4 hæddarstillingum er standard.
Hesin Bentayga hevur 5.0 litra W12 motor við 608 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,1 sek. og toppferðin er 300 km/t. Botntrekkið er upp á heilar 900 Nm. W12 motorurin hevur fýra røð við 3-sylindarum (2 røð á hvørjari síðu) við einum felags krumtapsaksli.
Bentley er partur av VW-konsernini, og Bentayga er bygdur yvir sama plattform sum Audi Q7. Sølan av Bentley Bentayga byrjar fyrst í 2016.









