Luksemborg stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum í HM-undankappingini í gjárkvøldi. Luksemborg spældi ímóti Sveis, og tað eydnaðist teimum úr Luksemborg at vinna 2-1. Alphonse Leweck skoraði sigursmálið fýra minuttir fyri leiklok, og so kundu teir úr Luksemborg fegnast um ein sjáldsaman sigur. Talan er um fyrsta HM-undankappingarsigurin hjá Luksemburg síðani 1972!