Venjarin hjá Luksemborg: Endiliga hevnd fyri 2001

Tað letur til at hava stóran sálarligan týdning hjá luksemborgarum loksins at vinna á Føroyum

Føroyska landsliðið sleikir sárini aftaná fyrsta ósigurin nakrantíð fyri Luksemborg í fýra dystum. Tað hendi á Tórsvølli ígjár tá Luksemborg í Nations League vann 1-0 á Føroyum, ið endaði dystin við níggju monnum aftaná René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar vóru vístir av vøllinum.

 

Fyri luksemborgska landsliðsvenjaran, Luc Holtz sum var við til at tapa 0-1 fyri Føroyum í einum HM-undankappingardysti 1. september í 2001 kendast tað sum at fáa hevnd. Við luksemborgskar miðlar segði Luc Holtz, at tað var eisini ein hevnd vegna forsetan í luksemborgska fótbóltssambandinum, Paul Philipp sum var landsliðsvenjari í 2001 og fekk sekkin aftaná tveir ósigrar fyri Føroyum.

 

Luc Holtz sigur, at hann visti beinavegin, at teir fóru at fáa eitt brotsspark, og førdi hetta brotssparkið til sigursmálið hjá Luksemborg. 

 

Luc Holtz heldur, at føroyska liðið stóð ógvuliga kompakt, og hann var gleðiliga bilsin um, at luksemborgska liðið megnaði at koma til so nógvar málmøguleikar. 

 

Síðani 2001 er nógvur peningur pumpaður í luksemborgskan fótbólt. Felagsliðini hava gjørt stór framstig í Evropa, og nú hevur landsliðið, eisini við spælarum av øðrum uppruna, ið hava fingið luksemborgskt pass eisini gjørt stór framstig.

 

Talan verður um ein sera torføran útidyst hjá Føroyum í Luksemborg 14. juni.