Seinnapartin fríggjadagin fór ein maður við bili eitt ørindi til eini hús á Glyvrum. Hann ætlaði ikki at steðga, sløkti motorin, men í ósketni gloymdi hann at taka lykilin úr bilinum.
Beint sum hann skuldi fara út aftur, kom róp í, at tveir menn vóru farnir við bilinum.
Fólk høvdu sæð tveir fullar menn ganga og hyggja inn í bilar fram við vegnum. Tá ið teir so su, at lykilin stóð í einum bli, settu teir seg í hann og koyrdu við fullari ferð avstað og rendu inn í ein annan bil.
Eygnavitni hava greitt frá, at bilurin hevði nógva ferð, og fleiri ferðir vóru teir um at koyra inn í mótkoyrandi biar og settu tí fleiri fólk í lívsvanda.
Teir hildu ferðina fram til Søldarfjarðar, koyrdu eitt petti víðari og runnu ur bilinum.
Tá ið bileigarin og onnur komu, vóru menninir á veg inn í ein annan bil. Bilførarin á tí bilinum hevði boðið sær at koyra teir til skipi teirra, sum lá í Fuglafirði.Hesin bilførarin visti ikki um tilburðin frammanundan og var
tí í góðari trúgv.
Politiið kom og tók menninar.
Leygardagin vóru menninir i rættinum. Annar fekk dóm beinanvegin, 14 dagar inn at sita og krav um endurgjald. Hin maðurin varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar.